Andrias kann gerast ársins filmstalent

Tveir av hansara filmum eru við á Odense International Film Festival.

Tá Odense International Film Festival fer av bakkastokki 29. august verður tað við luttøku við tveimum filmum hjá unga leikstjóranum Andrias Høgenni.


Filmsfestivalinum kunngjørdi nevniliga í síðstu viku, at filmarnir Et knæk og og Stina Karina, ið hann vann Geytin fyri, eru við í donsku kappingini. Harvið eru teir í uppskoti til virðislønirnar sum besta stuttfilm, har møguligt er at vinna 25.000 krónur, og talent virðislønina, ið er á 15.000 krónur. Harumframt er Odense Film Festival einastu festivalur í Skandinavia, har vinnararnir eru í uppskoti til eina Oskar-tilnevning.


Tað er tó ikki ein Oskar, ið føroyski leikstjórnin droymir um.


- Eg veit, at støðið er øgiliga høgt, so eg droymi ikki um at vinna ein Oskar. Men tað er feitt, at man nú verður settur í samband við fólk, ið hava møguleikan at vinna ein Oskar, sigur Andrias Høgenni.


Um filmarnar sigur Andrias Høgenni, at talan er um tveir sera ymiskir filmar, ið eru slopnir víðari.


- Et knæk varð framleiddur mítt fyrsta ár á filmsskúlanum, meðan Stina Karina er filmurin, ið vann Geyta-virðislønina. Tað eru tveir sera ymiskir filmar, og tað er feitt at fáa møguleikan at vísa hvørja breiddu man hevur.


Sjálvur filmsfestivalurin er vorðin til ein av teimum størstu av sínum slag í Skandinavia, og er vorðin eitt stað, har fólk innan vinnuna savnast.


- Hetta er fyrst og fremst ein almennur festivalur, har øll hava møguleikan at koma. Men festivalurin er vorðin til eitt stað, har fólk innan donsku filmsvinnuna møtast, og har tey, ið leita eftir nýggjum talentum, eru.


Odense International Film Festival verður hildin í døgunum 29. august – 4. september.