Andrew skoraði í Herfølge

Fremad Amager spældi í gjár seinasta dystin í donsku 1. deild í hesum kappingarárinum. Dysturin var á útivølli ímóti Herfølge,og tað eydnaðist Fremad Amager at vnna 2-0. Ein týðandi orsøk til tað var, at málmaðurin Theis Gall spældi ein branddyst og tók alt, sum Herfølge-spælararnir royndu seg við. Andrew av Fløtum var umsíðir aftur á liðnum hjá Fremad Amager, og hann gjørdi bart við einum máli tíðliga í dystinum. Tá ið 10 minuttir vóru farnir fekk Fremad Amager brotsspark, og tað setti Andrew í málið. Andrew var á vøllinum allar 90 minuttirnar.