Andrew og teir vunnu

Dysturin hjá Fremad Amager í donsku 1. deild um vikuskiftið varð avlýstur, og tí spældi felagi í staðin ein venjingardyst ímóti Skjold. Hesin dystur var á graslíkisvølli, og hann endaði við, at Fremad Amager vann 3-1. Í hálvleikinum var støðan 0-0, og tað var ikki fyrr enn síðsta korterið av dystinum, at Fremad Amager fekk síni mál. Skjold kom á odda, men seinastu 17 minuttirnar skoraði Fremad Amager tríggjar ferðir. Andrew av Fløtum byrjaði dystin á vøllinum og spældi í 68 minuttir.