Andrew og teir vilja longur upp

Fremad Amager spælir í kvøld útsettan dyst ímóti Ølstykke, og málið hjá teimum í Fremad Amager er púra greitt. Liðið skal vinna dystin og harvið toga seg eitt vet longur upp eftir stigatalvuni. Liðið hjá Andrew av Fløtum er dragnað eitt sindur í stríðnum um uppflyting til superliguna, men enn ber til at koma í nánd av uppflytingini. So skulu fleiri sigrar til, og tann fyrsti má koma í dystinum í kvøld.