HB-AB 4-0 (3-0)
1-0 Andrew av Fløtum (12)
2-0 Andrew av Fløtum (15)
3-0 Andrew av Fløtum (29)
4-0 Milan Kulic (52)
Tað var týðiligt frá fyrsta bríksli, at HB – og serliga afturvendi Andrew av Fløtum – ætlaðu sær mál og stig í Gundadali í gjárkvøldið.
Longu tá fimm minuttir vóru farnir, hevði Andrew verið upp á spæl tvær ferðir, fyrst við góðari roynd í triða minutti og tveir minuttir seinni, tá eitt innlegg tætt við baklinjuna rakti ein AB-verjuleikara í ryggin og brast í stongina og út.
Hetta vóru greiðar ábendingar, og ikki skuldi fyrsta málið lata bíða eftir sær. Rókur sleppur leysur í høgru síðu og Magnus í AB-málinum er í villareiði, fer út ímóti og ger so tað einasta, hann ikki skal gera, nevniliga einki. Tá er lag á manni at trilla bóltin til ein púra frían Andrew mitt fyri, sum neyvan hevur skotið lættari mál í lívinum.
Minuttin seinni er Andrew aftur leysur, men hesaferð er Magnus í AB-málinum tvífalt vakin og fær sera hegnisliga vart fyri.
Gleðin gjørdist tó stokkutt, tí tá snøgt korter var farið fingu áskoðararnir eitt mál av teimum ráru. Rógvi fær bóltin á brotssparksteiginum og sera elegant letur hann við hælinum bóltin fara víðari til Andrew, sum púra leysur ísakalt fintar Magnus niður at sita, áðrenn hann kann trilla sítt næsta mál inn um strikuna. Tær nýtist ikki neyðturviliga at vera íðin HB-fan, fyri at njóta slíkar finessur, skuldi eg heilsa og siga.
Meðan HB-liðið var ógvuliga uppsett og leikararnir spruttaðu av spæligleði, so sá AB-liðið út, sum vóru teir framvegis í summarfrí. Verjan var í stórum pørtum av fyrra hálvleiki sum bambi á ísinum, og serliga í vinstru síðu høvdu HB-leikararnir kúfóður at renna á.
Blussaði upp, men...
Fyrstu góðu løtuna spældi HB mest langar bóltar inn um AB-verjuna, og tað skapti stórar trupulleikar, tí verjan lá so flatt. Hetta førdi til fleiri vandamiklar støður, sum tað kortini ikki spurdist nakað burtur úr.
Men sum hálvleikurin gekk, varieraði HB spælið alt meiri, og leikti skiftivís smáspæl, stikningar og langar bóltar.
AB-verjan var langt frá skipað, og hartil gjørdu persónlig mistøk, at bólturin alt ov ofta ikki fór ta leið, ið leikararnir ætlaðu. Og tað førdi aðrar vandamiklar støður við sær.
Tað skuldi ganga tjúgu minuttir, áðrenn AB kom sær fram í HB-brotsteigin, men fylgjandi hornasparkið førdi einki við sær. Kortini var hetta byrjanin til tað einasta, ið kundi minna um AB-trýst í fyrra hálvleiki, men argjamenn vórðu ongantíð so næskir, at teir veruliga órógvaðu Trónd Vatnhamar í HB-málinum.
Hendan lítla AB-uppblussan endaði tó, tá HB trýsti bóltin fram móti AB-málinum, har hann kanska heldur tilvildarliga varð spældur inn til Andrew av Fløtum. Máltevið sveik heldur ikki her, og sera hegnisliga snaraði hann sær runt og setti bótin í málið stutt innanvert brotsteigin. Eitt ekta hat-trick.
HB helt fram at leika nakað nær dreymafótbólti – í hvussu er í føroyskum mátistokki – meðan AB als ikki fekk spælið at hanga saman á nakran hátt. Óneyvleiki førdi til, at AB-leikararnir sjáldan megnaðu at halda bóltin á egnum fótum meiri enn tvær avleveringar, og so kann sjálvandi kjakast um, antin bakgrundin fyri góða HB-spælinum ikki var í so tunn.
Nøgdir
AB kundi so fara til hálvleiks við eini 0-3 støðu at manna um. Men teir kundu rokna seg hepnar, at teir ikki vóru aftanfyri enn meira. Eftir eitt horna brast headarin frá Andrew á tríkants samankomingina, og løtu seinni hevði Rógvi ein kraftmiklan headara, sum streyk framvið tríkantinum.
Í seinna hálvleiki sást, at AB vildi hava meiri burtur úr, og teir matchaðu eisini HB fyrstu løtuna. Teir fingu ennntá sítt fyrsta skot upp á mál, tó uttan at tað voldi HB-málverjanum størri trupulleikar.
Men sjey minuttir inn í hálvleikin misti dysturin allar síðsta ferilin av spanningi, tá Milan Kulic meiri ella minni ótarnaður slapp at heada eitt hornaspark í málið til 4-0.
Eftir hetta tóktust HB-leikararnir veruliga nøgdir, og álopshugurin var so sum so. AB hinvegin royndi at trýsta, eisini hjálptir av tí lotinum, sum HB í fyrra hálvleiki hevði í ryggin.
AB royndi nú at trýsta, og leikararnir stríddust fyri sakini, í so ídnir við hvørt, so teir høvdu hug at gloyma bóltin. Men ikki komu teir nærri enn tvey hálv-hampilig skot frá Allani – burtursæð altso frá einum málið, sum sami Allan snittaði í netið, tíverri fyri hann frá rangstøðu.
Ein tryggur HB-sigur, sum varð grundaður við einum framúr fyrra hálvleiki og einum Andrew av Fløtum í toppformi. AB? Ja, teir mugu aftur til tekniborðið.