Andrew kann ikki spæla

Andrew av Fløtum er ikki við í hópinum hjá Fremad Amager til steypadystin ímóti Østerbro í kvøld. Andrew hevur annars verið á liðnum hjá Fremad Amager, men seinastu vikurnar hevur hann verið skaddur, og hann er ikki komin fyri seg enn. Andrew var heldur ikki tikin út til landsdystin hjá Føroyum ímóti Skotlandi næsta leygardag av somu orsøk. Fremad Amager hevur strævna skrá í løtuni, men hóast hetta ætlar venjarin Benny Hansen at stilla við so at siga sterkasta liðið til steypadystin í kvøld.