Fremad Amager spældi týskvøldið venjingardyst ímóti AB70, og liðið av Amager vann dystin 4-3. Andrew av Fløtum sat á beinkinum í fyrra hálvleiki, men kom inn í hálvleikssteðginum. Hóast hann bert spældi 45 minuttir, skoraði Andrew tvey mál. Hetta var annan venjingardystin á rað, at Andrew av Fløtum skoraði tvey mál fyri Fremad Amager.