Fótbóltur
Síðani Andrew av Fløtum í heyst var nakrar vikur og vandi við Fremad Amager, hevur toppskjúttin hjá HB seinnu árini verið í bíðistøðu. Danska felagið segði rættiliga skjótt, at teir avgjørt vóru áhugaðir í føroyska álopsmanninum, og sjálvur segði Andrew rættiliga skjótt, at var tilboðið á eini leið, so fór hann avstað.
Møguleiki at koma víðari
Nú er bíðitíðin tó av, og mikudagin kundi leikarin so sjálvur vátta, at avgerðin er tikin.
- Eg havi tikið avgerð um at royna meg í donskum fótbólti, og sum so var tilboðið frá Fremad Amager nøktandi, so jú. Eg ætli mær at royna.
Spurdur, um ein slíkur sáttmáli er nakað, sum hann verður ríkur av, sigur Andrew, at tað er tað avgjørt ikki.
- Tað er so einki, sum eg verið millióningur av. Men eg fái eina løn, sum eg kann liva av, so mær nýtist ikki at arbeiða við síðuna av.
Tað eru tað annars fleiri í Fremad Amager, sum gera. Bert heilt fáir leikarar í felagnum hava fulltíðarsáttmálar, og hetta kundi bent á, at venjarin í felagnum, Michele Guarini, hevur í kvittanunum at geva Andrew fastan sess í álopinum, men hesum vísur Andrew tó aftur.
- Eg havi so ikki fingið lovað nakað sum helst í so máta, men eg fari so sjálvandi at gera mítt besta.
Sjálvur hevur Andrew fyrr sagt, at talan ikki var um nakað ræðandi høgt støði í næstbestu donsku deildini. Nakað á leið sum toppurin av bestu føroysku deildini, og her heur Andrew í øllum førum staðið seg væl við hópum av málum á kontini. Spurdur, um ætlanin ikki eisini er, at málini skulu vera eins nógv í tali í Danmark, sigur hann, at tað kann bara tíðin vísa.
- Hatta var í øllum førum ein góður spurningur, men eg fái so ikki svarað. Tað vildi í øllum førum verið stuttligt, um tað hevði eydnast.
Tað er North Atlantic Football Agency við Jákup í Stórustovu, sum hevur staðið fyri samskiftinum í málinum, og Jákup ivast ikki í, at tað fyri Andrew kann vera gott at koma til Fremad Amager. Eitt felag, sum Jákup nú er um at kenna heilt væl, eftir at hann eisini var tann, sum stóð fyri skiftinum hjá Jann Inga Petersen til felagið fyrr í ár.
- Sjálvur haldi eg, at Fremad Amager er eitt felag, sum hóskar seg væl hjá føroyskum leikarum at koma til. Teir gera nógv fyri leikararnar, og støðið haldi eg eisini vera hóskandi hjá føroyskum leikarum, sum hava ambitiónir um at koma uttanlands. Standa teir seg væl har, so er eisini munandi lættari hjá teimum at koma víðari. Tú ert at kalla til próvtøku hvørja viku, og tað verður fylgt sera væl við, hvussu einstøku leikararnir standa seg.
Eingin 100 ára dagur
Sostatt er nú greitt, at Andrew av Fløtum ikki verður partur av HB-liðnum, sum komandi árið skal halda 100 ára dagin. Júst hetta inniber kanska eisini, at talan verður um eitt av teimum heilt spennandi kappingarárunum hjá felagnum, og Andrew dylir ikki fyri, at hetta eisini var nakað, sum hann hugsaði nógv um.
- Tað var heilt avgjørt ein tung avgerð at taka, og einki er at ivast í, at eg fari at sakna bæði HB og Føroyar fyrstu longu løtuna. Men hinvegin, so ert tú noyddur at taka lopið onkratíð, um tú vilt sleppa víðari. Eg eri 24 ára gamal, og um eg skal hava møguleikan at royna meg sum yrkisleikari, so er als ikki víst, at eg fái nakran annan møguleika, so tað rádd um at taka av, sigur hann at enda.
Og líkt er so eisini til, at hetta sorgblídni er galdandi í HB, sum nú missir ein av grundstuðlunum á liðnum.
- Vit hava jú vita av hesum møguleikanum í eina tíð, so vit hava havt tað í tonkunum, sigur formaðurin í HB, Birgir Enghamar.
- Og tað er einki at ivast í, at Andrew er ein leikari, sum vit nú koma at mangla. Vit hava tó fleiri ungar og evnaríkar leikarar, sum stríðast fyri at sleppa framat, men fótbólturin er jú broyttur nógv seinnu árini, so vit mugu eisini hyggja at, hvørjar aðrar møguleikar vit hava. Nevndin er eisini longu farin ígongd við at leita eftir einum leikara, sum kann koma í hansara stað, men enn er fáa vit so ikki sagt nakað um, hvat spyrst burtur úr hesum. Tað er jú so stutt síðani, at avgerðin varð tikin, men vit ætla okkum í øllum førum framvegis at vera við í toppinum. Siga vit ikki tað, so lúgva vit, sigur Birgir Enghamar at enda.