Andreas skal til royndarvenjing

Leirvíkingurin, Andreas Lava Olsen, fer seinni í vikuni til danska felagið Frem at royndarvenja

Umboð fyri Frem hava gjøgnum summarið, verið í Føroyum og hugt eftir Andreasi. Teir mugu ivaleyst hava dámt tað teir sóu, tí hann hevur fingið boð til Danmarkar í næstum.

Andreas Lava Olsen er kendur sum ein sera kvikur spælari og máltevinum feilar als onki heldur.