Tað var ungi filmslistarmaður, Andreas Høgenni, sum fekk heiðurslønina til ungt listarfólk, sum var tann fyrsta virðislønin, sum varð handað á hátíðarhaldinum í sambandi við mentanarvirðislønarhandina í Norðurlandahúsinum í kvøld.
Andreas Høgenni býr í Danmark, og var tí ikki til staðar í Norðurlandahúsinum í kvøld, og tí vóru tað foreldur hansara, Elsa Jóhanna og Hilmar Høgenni, sum aftur hesaferð tóku ímóti virðislønini vegna sonin. Tað gjørdu teir eisini, tá hann fyri einum góðum mánað síðani vann Geytavirðislønina.