Seinnapartin í gjár doyði heimskendi gospelsangarin, Andrae Crouch, 72 ára gamal. Hann hevur seinastu dagarnar ligið á sjúkrahúsi eftir ein hjartatilburð í síðstu viku.
Á síni yrkisleið hevur sangarin fingið 7 Grammy-heiðurslønir, 6 GMA Dove heiðurslønir og eina Oscar-tilnevning fyri tónleikin til filmin Purpurliturin. Hann er harumframt vorðin limur í Gospel Hall of Fame og hevur fingið eina stjørnu á Hollywood Walk of Fame.
Sangarar sum Elvis Presley og Paul Simon hava sungið hansara sangir, umframt at hann hevur arbeitt saman við tónleikarum sum Michael Jackson, Madonna, Quincy Jones, Diana Ross, Elton John og mongum øðrum. Hann syngur saman við Michael Jackson á so kendum sangum sum Man in the Mirror, Will you be There og Earth Song.
Í 1997 helt Andrea Crouch eina konsert fyri fullsettari høll í ítróttarhøllini á Hálsi, sum partur av Gospelfestivalinum. Føroyska kórið United Voices varð stovnað í samband við hesa konsertina, sum bakgrundssangarar.