Tá Annie og André Guttesen á Suðuroyarvegi 10 í Havn, sunnudagin 31. oktober fyrrapart, ringdu eftir hýruvogni frá bilstøðini Bil Mini-Taxi, fingu tey at vita frá bilføraranum Andrias R. Samuelsen, at tey høvdu vunnið ein Apex-ferðaseðil frá Atlantic Airways. Annie fór av á Vaglinum, og André skuldi oman á Farstøðina.
Orsøkin var, at tey vóru kundi nr. 2500 hjá Sp/f Bil Mini-Taxi.
Hetta var annar vinningur síðan kappingin byrjaði. Fyrsti vinnarin var Suni Bjartalíð í Klaksvík.
Talan er bert um innringdar túrar, ella har fólk koma á støðina og biðja um hýruvogn.
Við í vinninginum er koyring til og frá Flogvøllinum, um vinnarin býr har sum koyrandi er til.
Kappingin endar 14. november, so møguliga verður onkur vinnari afturat til tað tíð.