Flogbóltsáhugin í Fuglafirði stórtrívist. Bæði kvinnur og menn eru við í gullstríðnum í landskappingini, og nú steypafinalan stendur fyri framman, eru menninir hjá ÍF umboðaðir.
Og felagið ger eisini nógv burturúr, so viðhaldsfólk skulu koma við til Havnar. Klokkan 14 koyrir bussur frá Mentanarhúsinum, men undan hesum hava viðhaldsfólk høvi at fáa sær andlitsmáling og í aðrar mátar koma í rættan finaluhýr undan dystinum.