Anderson er ikki í hópinum

Tað bíðar klaksvíkingum ein torfør uppgávu í morgin, tá teir vitja við Margáir og EB/Streym.

 

KÍ hevur fingið tveir brasilskar spælarar, sum skulu styrkja álopspartin hjá liðnum, men bert annar teirra verður við ímóti EB/Streymi í morgin. Tað er Rodrigo, sum hevur víst góðar taktir í venjingardystum. Anderson hevur júst fingið spæliloyvið, men hann spældi leygardagin við 1. deildarliðnum hjá KÍ og verður tí ikki við sunnudagin.

 

Jan Andreasen er ikki tøkur, orsaka av skaða í knænum, meðan tað er óvist við Heðini á Lakjuni, sum hevur drigist við ein vøddaskaða.