Ander Herrera til Manchester United

Manchester United boðar í dag frá, at felagið hevur skrivað undir 4 ára sáttmála við spanska leikaran, Ander Herrera.

Tað ljóðaði leingi seinasta summar at fyrrverandi Manchester United venjarin, David Moyes, hevði ætlanir um at keypa spanska leikaran, Ander Herrera úr Athletic Bilbao. Tað eydnaðist ikki David Moyes at fáa fatur á spanska leikaranum í fjør.

 

Í dag kann felagið staðfesta á heimasíðu sínari, at sáttmáli er gjørdur við 24 ára gamla spanska leikarin. Manchester United og Ander Herrera hava undirskrivað ein 4 ára sáttmála.

 

Ander Herrera hevur seinastu trý árini leikt fyri Athletic Bilbao. Hóast Ander Herrera hevur verið nógv rundanum tey yngru landsliðini hjá Spania, eigur Ander Herrera enn sín fyrsta dyst til góðar á spanska a-landsliðnum.

 

Manchester United upplýsir ikki á heimasíðu sínari, hvussu nógv felagið hevur goldið fyri Ander Herrera.