Andalusisk børn fáa skúlamat

Skúlar í suðurspanska landspartinum, Andalusia, sum er hart raktur av búskaparkreppuni í landinum, eru farnir undir at geva teimum børnum ókeypis mat, ið hava tørv á tí.

Hetta er eitt av fleiri átøkum í einum kreppupakka hjá lokalu myndugleikunum, og ætlanin er, at umleið 50.000 skúlabørn skulu fáa mjólk og frukt á miðdegi og eina breyðflís við viðskera sum millummála.

Andalusia er hart rakt av arbeiðsloysi, sum í løtuni er 36 prosent, sum er sera høgt, samanborið við miðaltalið fyri alt Spania, sum liggur um 27 prosent.