Heilbrigdið brúkar Minnesota-fyrimyndina í sínum virksemi. Hetta er ein 12 spora viðgerð, og hevur hon víst seg at vera viðgerðin, ið gevur best úrslit.
Sum heitið á viðgerðini bendir á, so hevur hon sín uppruna í Minnesota, USA. Hagani kom hon til Íslands, og úr Íslandi kom so hesin viðgerðarhættur til Føroya.
– Føroyar tóku sum eitt tað fyrsta landið í Evropa Minnesota-fyrimyndina til sín, so har vóru vit fyri einaferð skyld ímillum tey fremstu, sigur Ingi Mohr og smílist.
– Í hesum 12 spora viðgerðarháttinum, verður andaligheit umrøtt í sjey av sporunum. Tí er tað ikki av tilvild, at fólk eftir viðgerðina á Heilbrigdinum, hava fingið eitt størri andaligari lív, tá tey koma aftur í gerandisdagin.
– Vit byggja ikki á eitt kristið grundarlag, men vit praktisera tað út frá teimum sjey sporunum, sum umrøða andaligheit.
Ingi Mohr vísir á, at alkoholisma er ein andalig sjúka, har sjúklingurin leitar eftir eini heildarmynd av sær sjálvum.
– Tí er andalig føði ein fortreyt, eins væl og matur, sigur Ingi Mohr. Hann vísir á, at teir ikki taka dagar ímillum hvørt fólk eru baptistar, evangelistar, kirkjufólk ella okkurt heilt annað.
– Tað týdningarmiklasta er, at fólk fáa sær eitt andaligt lív aftaná. Vit plaga at siga, at eftir viðgerðina skulu fólk hava tveir stavar at stiga seg til. Tann eini er andaligi stavurin, og hin er AA stavurin, altso at luttaka á AA fundum okkara, sigur Ingi Mohr.
Onkur hevur kanska hug at seta spurnartekin við, um tað er neyðugt, at andaligheit spælir ein so stóran leiklut í viðgerðini. Ingi Mohr ivast ikki.
– Í Føroyum er tað lættari at góðtaka, at andaligi parturin fyllir so nógv í viðgerðini, enn tað er aðrastaðni. Tí hevur tað ikki verið nakar trupulleiki, og tað er eisini ein sannroynd, at vit her í Føroyum kunnu vísa á betri úrslit enn onnur lond, sigur Ingi Mohr.