Í fótbólti er avgerandi at vera on-side. Er ein off-side, kann ein duga so væl at spæla fótbólt, sum ein vil. Einki av tí, ein ger, nyttar nakað kortini. Møgulig mál telja ikki við.
Tí er avgerandi at vera on-side. Tá kann ein frítt royna síni evni.
Soleiðis er eisini við lívi okkara. At vera on-side í Guds eygum er tað avgerandi. Ella sum Jóhannes orðar seg: At ganga í ljósinum!
Tí Gud er sjálvur ljós og einki myrkur er at finna í honum. Tí má tann, ið vil hava Gud við í spælinum, eisini ganga í ljósinum.
Tað er at liva í opnum og erligum viðurskiftum við Gud. At vera sannur fyri Gudi og sær sjálvum um sína veruligu støðu sum ein syndari, ið ikki livir upp til Guds vilja.
Men at ganga í ljósinum er eisini at hvíla í tí, sum Jesus gjørdi fyri meg. At Jesu deyði í mín stað er nóg mikil bót fyri mínar syndir. Og at eg tí – í Jesusi – eigi fyrigeving syndanna og ævigt lív.
At ganga í ljósinum er tað avgerandi. Tá eru vit on-side. So kunnu vit frítt liva lív okkara, nýta tey evni, Gud hevur givið okkum, og njóta hansara gávur.