Tráan eftir fáfongdari æru er nakað, ið hoyrir inn undir gamla Ádam, og tí áttu kristin menniskju ikki at havt áminning av hesum slagi fyri neyðini. Men royndirnar vísa, at gamli Ádam er ein ov góður svimjari, at hann so lættliga letur seg drukna av einum kristnum. Hann kann eisini dumsa við á mjáa vegnum og royna at gera seg galdandi. Ikki er so lætt at togast við hann. Hetta var eisini galdandi teir kristnu galatamenn, og tað sama er galdandi okkum føroyingar. Tí hava vit eisini tørv á áminning Paulusar.
Øvund og ærusjúka er ein stór synd at falla í. Ein gerst so lítil, tá ið ein roynir at gera seg sjálvan stóran. Tann, ið vil vera størri enn hini, gerst altíð minni enn hini. Okkara menniskjaliga tilfar gerst munandi verri, tá ið vit byrja at tráa eftir at verða heiðrað og at onnur skulu leggja merki til okkum. Tilfarið í okkum sum kristin tolir ikki slíkt. Tá ið vit geva æru og øvund pláss í sinni okkara, bara tí vit vilja verða heiðrað meira enn onnur, verður trúarinnar eyðmjúka sinnalag í okkum kvalt, og tað orkar trúgvin ikki at bera.
Tað snýr seg um at hava eina jaliga fatan av øðrum menniskjum. Tað neiliga sinnið, ið tráar eftir æru, kann ikki brúkast til nakað. Tað menniskja er altíð einsamalt.
Heldur eiga vit at takka Guði fyri, at vit liva eitt kristiligt lív, sum onnur kunnu gleðast um.