"Mær dámar væl kava"

39 ára gamli Kenneth B. Olsen í Havn er útlærdur byggifrøðingur og hevur starvast hálvtfimta ár í Havnar Timburhandli sum sølumaður. Frítíðina nýtir hann m.a. í bátinum og saman við HB-fjepparunum.





  • Er nógv at gera sum sølumaður í Timburhandlinum?


- Ja, tað kanst tú ætla. Tað er ein øgilig bygging í gongd í løtuni, serliga í Hoyvíkshaganum, men eisini kring alt landið. Vit í Timburhandlinum hava latið nógv tilboð til fólk, sum ætla at byggja í Hoyvíkshaganum, og hava fingið rættiliga nógv av teimum.


 



  • Hvat gert tú í frítíðini?


- Eg havi akkurát keypt mær eitt áttamannafar, so tað fer nógv tíð til tað. Men annars er tað HB. Eg eri ein av trúføstu fjepparum teirra, og eri við til allar dystirnar.


 



  • Hvussu fer HB at standa seg í ár?


- Í ár vinna vit báðar kappingarnar bæði Føroyameistaraheitið og Løgmanssteypið.


 




  • Hvat dámar tær kava?


- Mær dámar kava sera væl. Eg búgvi so væl fyri, at stutt er til stóra bøin við KFUK. Tá kavi er brúki eg nógva tíð saman við dóttrini í KFUK-bønum, her vit bæði skreiða, gera kavamann og mangt annað. Tað er ordiliga skeg.


 



  • Hvørjum vilt tú heilsa?


- Eg fari vit á ta stóru byggimessuna Byggeri 06 mikukvøldið, saman við hinum 80 luttakarunum. So eg vil fegin heilsa konu og børnum, - og annars øllum HB-fjepparum. Roynið nú og rópi hart á okkara lið í summar!