"Guðs faðirhjarta" á nýggjari fløgu

- Vakri lovsangurin á fløguni er sprottin úr "guds faðirhjarta", sigur útgevarin

Fløguútgáva

Nú páskastevna verður í ítróttarhøllini á Skála, gevur Keldan út nýggja lovsongsfløgu. Á fløguni eru lovsangir, sum eru skrivaðir av fólki í sonevnda lovsangsbólkinum.
- Lovsongur hevur altíð eyðkent samkomuna í
Kelduni. Í longri tíð hevur tað verið eitt stórt ynski at fáa lovsangin runt landið. Tað er tí ein stór gleði fyri okkum nú at kunna bjóða eina fløgu framm, sum er á høgum støði, bæði sang-og tónlistaliga.
Tey, ið standa aftanfyri útgávuna, siga, at vakri
lovsangurin á fløguni er sprottin úr "guds faðirhjarta", sum eisini er heitið á fløguni.
Lagt verður aftrat, at á fløguni hoyrist lovsangur, sum "lyftir upp Jesu navnið".
Í Kelduni vóna tey, at fløgan verður til gleði fyri tann einstaka og ein íblástur til aðrar samkomur.
22 fólk eru í kórinum, og millum eru eisini solistarnir, Lisa Frederiksberg, Terji Vestergaard, Maria á Boðanesi, Kristina N. Hansen og Eyðun Jacobsen.
Kristoffur Mørkøre hevur lagt tónleikin til rættis og spælir á flestu ljóðførini, hjálptur av øðrum.
Fløgan er upptikin í Kris_Stuf Studio og Studio 2 í Útvarpi Føroya.
Keldan sigur, at fløgan verður fyrstu ferð víst fram skíriskvøld á páskastevnuni og fæst til keyps eftir møtið.
"Guðs faðirhjarta" verður at fáa kring landið eftir páskir.