Síðan mitt í 80?unum hevur Landsverkfrøðingurin givið út bóklingin "Ferðslan" - ein upp á seg lítil bóklingur, men við eini ørgrynnu av áhugaverdum hagtølum og upplýsingum av ymiskum slagi, sum øll hava við ferðslu at gera. Í formælinum verður sagt, at frágreiðingin er í høvuðsheitum upplýsingar um ferðsluna á landsvegunum og viðkomandi upplýsingar um landsvegakervið. Í bóklinginum eru eisini upplýsingar um ferðsluóhappini á kommunalu vegunum. Har eru upplýsingar um t.d. ferðmátingar, ferðsluteljingar, millumlanda flogferðslu og skipaferðslu. Eisini er skrá yvir tunnlar, tyrlupallar, landsvegir og vegalongdir. Ein sera hentur bóklingur við nógvum viðkomandi upplýsingum. Keldurnar eru: Løgreglan, Bileftirlitið, Ferðaráð Føroya, Statens Luftfartsvæsen og Tórshavnar kommuna.