Klaksvík:
Frá 16. apríl til 14. mai verður ein listaframsýning í Leikalund. Tað eru tær tríggjar Astrid Andreasen, Tita Vinther og Guðrið Poulsen, sum sýna fram list tann komandi mánaðin í Klaksvík.
Talan er um eina øðrvísi framsýning undir heitinum "Dyr", sum fer at hanga uppi í gomlu hølunum hjá Norðoya Fornminnissavni. Leikalund hevur lænt hølini til hesa framsýningina, og tað eru tær tríggjar sera fegnar um.
? Hetta má vera eitt tað besta hølið í landinum til slíkar framsýningar, sum okkara. Tí tað er so rátt og hóskar væl til lutirnar hjá okkum, greiða tær frá.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 16. apríl klokkan 16, har øll eru hjartaliga vælkomin at hyggja inn, síggja framsýningina og fáa ein kaffimunn. Høvi verður eisini at heilsa uppá tær tríggjar hendan dagin. Eisini verður í hesum sambandi hornframførsla, har tær tríggjar Joan Purkhús, Martha Hansen og Sunnvør í Kongsstovu úr Musikkskúlanum í Klaksvík fara at framføra.
Listaverkini eru til sølu og eru annars at síggja í vanligari upplatingartíð frá mánadegi til fríggjadag frá 10 til 17.30 og leygardag frá 10 til 13. Framsýningin verður hangandi tær fýra vikurnar til 14. mai.
Drúgvar royndir
Í 2002 fóru tær tríggjar undir fyrstu verkætlanina "Dyr". Tað var ein útiframsýning í Grasagarði í sambandi við Listastevnu Føroya. Hetta var fyrsta útiframsýning av sínum slagi í Føroyum, og varð hon væl fagnað av áskoðarunum. Síðani var framsýningartiltakið víðkað, og á sumri 2003 framsýndu tær saman við trettan íslendskum listakonum í Lystigarði Akureyrar, ein botaniskur urtagarður miðskeiðis á Akureyri. Hendan framsýningin kallaðist 13 + tríggjar. Á heysti 2003 framsýndu Astrid, Tita og Guðrið á Gallerí Oynni á Tvøroyri.
Astrid, Tita og Guðrið hava regluliga havt framsýningar saman seinastu 10-15 árini.
Astrid er fødd í 1948. Hon er útbúgvin handarbeiðslærari og ítrivsvegleiðari og hevur harumframt nomið sær útbúgving innan myndaveving, grafikki og vísundliga myndskreytingartøkni. Hon hevur rikið egið verkstað í Havn síðani 1979. Astrid hevur luttikið á samsýningum í Føroyum og í øllum Norðanlondum og havt einkarsýning á millum annað Danmarks Akvarium. Harafturat hevur hon teknað mong frímerki og jólamerki og myndprýtt bøkur.
Tita er fødd í 1941. Hon hevur arbeitt við myndaveving, spinning og liting í út við fjøruti ár. Útbúgving sína hevur hon millum annað frá donskum vevskúla. Eisini hon stovnaði egið verkstað í Havn í 1979. Tita hevur myndprýtt kommunalar bygningar, bankar, sparikassar og kirkjur um alt landið. Hon hevur millum annað luttikið á mongum samsýningum í Føroyum, Norðanlondum og í Baltikum. Í 1995 umboðaði hon Føroyar á norðurlendskari listastevnu á Álandi.
Guðrið er fødd 1961. Hon er útbúgvin keramikari í Finlandi og Íslandi og læt upp egið verkstað í Havn 1987. Hon hevur luttikið á mongum samsýningum saman við føroyskum listafólki og hevði einkarsýningina "Spor" í Listaskálanum í fjør. Annars hevur hon myndprýtt almennar og privatar stovnar í Føroyum.