Ancelotti til Chelsea

Sambært italska Gazzetta dello Sport verður Carlo Ancelotti tann 30. mai settur í starv sum nýggjur venjari hjá Chelsea. Ancelotti er í løtuni venjari hjá Milan, og sambært blaðnum er semja gjørd um, at italska ligan skal spælast liðugt, áðrenn nakað verður almannakunngjørt. Carlo Ancelotti, sum sjálvur spældi við Milan sum spælari, hevur verið venjari hjá Milan í sjey ár.