Summarfestivalur
Summar Festivalurin kunnger í dag, at seinasta útlendska tónleikanavnið, ið kemur á festivalin í ár, er unga svenska songkvinnan Amy Diamond.
15 ára gamla Amy Diamond gjørdist kend um øll norðanlond við sanginum What’s In It For Me, men bæði áðrenn hendan sangin – og serliga síðani – hevur hon gjørt nógv við tónleikin. Hon hevur sungið í sjónvarpssendingum, givið fløgur út og verið við á stórum konsertum og festivalum.
Ein av stóru løtunum hjá Amy var, tá ið hon í 2005 vann Nordic Music Awards.
Gjøgnumbrot og virðislønir
Amy Diamond hevur svenska mammu og enskan pápa, og fyrstu fýra árini av lívi sínum búði hon í Onglandi. Síðandi fluttu til Svøríkis at búgva.
Sum smágenta dugdi Amy væl at standa á skoytum, og hon vann nógvar kappingar. Hon gekk eisini á dansi- og sjónleikaskúla, og alt hetta hevði við sær, at unga Amy dugdi væl at framføra fyri fólki. Tá ið tónleikurin so bankaði á dyrnar, var ein veruliga barnastjørna fødd. Amy Diamond sang í sjónvarpssendingum í Svøríki, og talentið var so stórt, at plátufeløg fingu áhuga fyri henni. Í 2005 fekk hon veruliga gjøgnumbrotið hjá sær við sanginum What’s In It For Me, sum gjørdist eitt hitt í fleiri londum.
Heima í Svøríki seldi fyrsta útgávan hjá Amy Diamond óhoyrt væl, konsertframførslurnar vóru sannførandi, og tað endaði við fleiri virðislønum til ungu songkvinnuna hetta árið. Millum annað var hon Nordic Music Awards fyri besta norðurlendska hittið, og hon er yngsti sangarin, ið nakrantíð hevur vunnið hesa virðisløn. Amy vann eisini aðrar virðislønir fyri sína fyrstu útgávu og sangin What’s In It For Me, og millum annað er hon yngsti sangarin, ið nakrantíð er tilnevndur til eina svenska Grammy.
Til Føroya at syngja
Amy Diamond hevur úr at gera, tí hon hevur eisini gjørt avtalur við fyritøkur í Svøríki um PR-arbeiði, og hon hevur millum annað verið andlit hjá ítróttarketuni Stadium í lýsingarátøkum.
Tónleikurin stendur tó framvegis ovast á listanum hjá Amy Diamond, og nú kemur hon fyri fyrstu ferð til Føroya at syngja. Amy fer á konsertferð í summar, og ein av framførslunum verður á Summar Festivalinum í Klaksvík, har hon verður serligur gestur til barnashowið og Silvalandið hjá Norðoya Sparikassa.
Amy Diamond arbeiðir í løtuni við nýggjari útgávu, sum skal koma út seinni í hesum árinum.