– Tá samrøður verða gjørdar í úvarpi, hví dámar útvarpsfólki so væl at hava so nógvan larm aftan fyri samrøðurnar? Tað er so strævið hjá okkum, sum ikki hoyra so væl, sigur hesin lesarin.
Tað, hann hugsar um, er at tónleikur verður lagdur undir, tá samrøðu verða gjørdar – og at samrøður mangan verða gjørdar, har nógvur gangur annars er rundanum.
– Vit sum eldri eru hava stórar trupulleikar av hesum. Hóast summi okkara, sum eru komin væl upp í árini eru væl fyri, so er hoyrnin kortini ikki tað, sum hon var, sigur lesarin, sum eisini vil hava okkum at minna útvarpsfólk um ikki at lesa ov títt.
– Ofta tykir, sum um fólk vilja skunda sær. Vælsignaði lesið róliga og hugsið um tey gomlu, er áheitanin frá hesum lesaranum.