Í gjár vóru fimmti ári liðin, síðani Amnesty International Føroya Deild hevði sín fyrsta fund.
Tað var Roland Thomsen, grannskoðari, sum í útvarpssamrøðu bjóðaði fólki til fundar at stovna eina Amnestydeild í Føroyum.
Til fundin, sum varð hildin tann 29. august 1965, møttu 21 fólk og ein fimmmannanevnd varð sett.
Í nevndini sótu: Roland Thomsen, grannskoðari, Jóhanna Jensen, lærarinna, Eyðun Johannesen, sjónleikari, Finnur Johansen, verkfrøðingur og Poul Skårup, adjunktur.
Talan var um eina fyribils nevnd, sum skuldi virka fram til stovnanði aðalfundin, sum varð hildin tann 10. desember 1965. Tá varð Roland Thomsen valdur til formann, men fór av landinum longu í 1966, tá Maud Heinesen tók yvir. Maud Heinesen sat í nevndini heilt fram til 1988.
Føroya Deild er ein av elstu deildunum í felagsskapinum, og roknað per íbúgva er Føroya Deild ein av deildunum, sum hevur flest limir.









