- neyðhjálp og mannarættindi mugu ganga hond í hond, sigur Amnesti International, Føroya Deild. Amnesty International ávarar um, at ruðuleikakenda støðan, sum valdar í Haiti, eftir harða jarðskjálvtan týsdagin, økir vandan fyri álvarsligum mannarættindabrotum.
- ST og aðrir hjálparfelagsskapir gera eitt gott arbeiði, undir sera vánaligum umstøðum, fyri at bjarga mannalívum og jarða tey deyðu. - Hjálp til tey neyðstøddu og at uppbyggja mest grundleggjandi undirstøðukervi fær hægstu raðfesting. ? Men lógloysi, sum valdar í Haiti, ger umstøðurnar hjá neyðhjálparfólkunum truplar og økir um vandan fyri álopum, serliga móti kvinnum og børnum. - Nógv børn eru vorðin foreldraleys, og ungar gentur eru serliga útsettar.
Undirstøðukervið í Haiti, sum var viðkvæmt áðrenn jarðskjálvtan, liggur nú í sori. Hvørki løgreglan ella rættarskipanin virkar. Hetta kann føra til álvarslig mannarættindabrot , sum kunnu verða framd uttan at tann, sum fremur tey fær nakra revsing.
Amnesty International hevur í longri tíð skjalprógvað umfatandi harðskap, móti kvinnum og ungum gentum í Haiti. Myndugleikarnir hava gjørt sera lítið fyri at steðga tí kynsliga harðskapinum, sum er farin fram.
Amnesty International heitur á ST og aðrar felagsskapir, um so vítt gjørligt, - at verja fólkið frá enn størri mannarættindabrotum, í tí ruðuleika, sum valdar í Haiti.
Amnesty International vísir djúpa samkenslu við familju og vinu hjá teinmum deyðu og sendur samhugaheilsan til fólkið í Haiti.
Meira kann lesast her www.amnesty.org sigur Amnesty International, Føroya deild.