Amnesty-leiðari í Turkalandi enn í fongsli

Ein turkiskur dómstólur hevur gjørt av, at leiðarin av Amnesty International í Turkalandi, Taner Kilic, skal vera sitandi í fongsli.

 

Tað upplýsir mannarættindafelagsskapurin.

 

Kilic er skuldsettur eftir landsins yvirgangslógum.

 

Dómstólurin í Istanbul hevur annars fyrri gjørt av, at hann skal leyslatast.

 

– Dómstólurin í Istanbl hevur nú umstoytt sína egnu avgerð um leyslating. Taner verður sitandi í varðhaldi, skrivar Andrew Garner frá Amnesty International.

 

Kilic hevur verið fongslaður síðani juni í fjør. Hann er skuldsettur fyri at hava havt samband við fólk handan miseydnaðu kvettroyndina í Turkalandi í juli í 2016.

 

Amnesty International heldur, at ákærurnar eru grundarleysar.

 

/ritzau/AFP