Amnesty fekk góða undirtøku fyri Sýria-tiltaki

Samskiparin sigur, at tey hava mót uppá at skipa fyri tiltøkum í Klaksvík aftur

Fólkafundurin: Samskiparin hjá Amnesty International, Føroya Deild, Katrin á Neystabø var ovurfegin um undirtøkuna fyri tí kunnandi tiltakinum tey skipaðu fyri. Talan varð um eitt serligt tiltak, har danska-sýriska, Haifa Awad, sum er lækni tók lut.

 

Haifa Awad greiddi sera livandi og hjartanemandi frá ræðuleikunum í Sýria, har hon hevur virkað, sum lækni, og fólk tóku væl undir við tiltakinum.

 

Á Fólkafundinum í fjør vóru tey hjá Amnesty bert við, sum eygleiðarar. Hesaferð høvdu tey ein bás, og tey meta seg hava fingið nógv burturúr. Katrin á Neystabø sigur, at tað er eisini væl hugsandi, at tey fara at hava tiltøk í Klaksvík í framtíðini.

 

Undir myndini av Katrini á Neystabø og Haifu Awad ber til at hoyra eitt prát, sum Rás2/in.fo gjørdi við Katrina á Neystabø við endan av Fólkafundinum.

 

(Mynd: Dávur Winther)