Ein amerikonsk hernaðartyrla er dottin niður har suðuri í Afghanistan, og sambært sjónvarpinum CNN var tað illveður, sum gjørdi, at tyrlan datt niður. CNN sigur, at fýra fólk vóru í tyrluni, men tað er ikki greitt, hvussu tað er vorðið við teimum.
Ein embætismaður í amerikanska verjumálaráðnum sigur, at tyrlan, sum var av slagnum Black Hawk, datt niður í einum øki, har Taliban hevur nógvar stuðlar. Bardagarnir í Afghanistan eru harðnaðir, síðani Taliban framdi eitt sera umfatandi álop á høvuðsstaðin Kabul og fleiri landspartar seinasta sunnudag. Álopið var serliga ætlað amerikonskum, bretskum og týskum málum, men hóast álopið hava tey 50 londini, sum hava hermenn í Afghanistan, sagt, at tey fara ikki at taka sínar hermenn heim fyrr enn í 2014 sum ætlað.
Næstan 3.000 útlendskir hermenn eru falnir í Afghanistan, síðani kríggið byrjaði í 2001.