Amerikanskur kuldi ávirkar oljuna

Prísurin á ráolju er øktur nógv, nú roknað verður við, at talan verður um ein óvanliga kaldan vetur í USA. Serfrøðingar rokna við, at eftirspurningurin eftir ráolju kann økjast við 30%, um kuldin í USA stendur við, og tað ávirkar sjálvandi eisini prísirnar. Samstunds verður ikki roknað við, at OPEC fer at økja um framleiðsluna, so økti eftirspurningurin kann nøktast.