Nýggj mótarøð hjá amerikanska merkinum Deveaux er avmyndað í Føroyum og víst fram í heimskenda mótblaðnum Vogue.
Orsøkin er, at myndamaðurin Tommy Ton, sum er kreativur leiðari fyri Deveaux, fekk íblástur av vitjan í Føroyum. Tommy Ton var við at taka myndir av Blue Fashion Challange, sum varð hildin í Føroyum í fjør, og nú hann skuldi føra nýggjan móta hjá Deveaux fram, vórðu myndirnar tiknar í Føroyum.
Tommy Ton sigur við Vogue, at hann hevði eina góða kenslu, tá ið hann vitjaði í Føroyum, og hann kendi seg tætt at náttúruni. Hann fann eisini íblástur í, hvussu føroyskir sjómenn lótu seg í, og tað kundi hann brúka í sambandi við klædnahugskot hjá Deveaux.
Talan er um mannfólkamóta, men Tommy Ton hevur latið eitt kvinnuligt modell vísa klæðini fram í Føroyum.
Omanfyri sæst ein av myndunum, sum vórðu tiknar av klæðum hjá Deveaux í Føroyum. Fleiri myndir kunnu síggjast her.










