Á ársfundinum hjá londunum í Norður- og Suðuramerika, sum er í Florida í hesum døgum, hevur USA lagt fram eitt uppskot, sum ikki er fallið í góða jørð hjá hinum 33 londunum.
? Vit eiga at vera á varðhaldi og forða ódemokratiskum stýrum. Tí eigur felagsskapurin at hava heim-ild til at leggja seg út í viðurskiftini fyri at tryggja demokratiið, segði ameri-kanski uttanríkisráðharrin, Condolezza Rice, á fundinum fyrradagin.
Men uppskot hennara fekk kaldliga móttøku. Tey stóru londini, Brasil, Meksiko, Argentina og Kili, boðaðu alt fyri eitt frá, at tey tóku ikki undir við amerikanska uppskotinum. Brasilski uttanríkisráð-harrin, Celso Amorim, gjørdi vart við, at tað ber ikki til at noyða eitt land at skipa seg eftir demokratiskum reglum. Tann besti hátturin at tryggja demokrati í Latínamerika er at berja fátækradømið niður, segði hann.
Eygleiðarar á fundinum í Florida vóru ikki í iva um, at orðini hjá Condoleezza Rice vóru serliga ætlað forsetanum í Venesuela, Hugo Chavez. Og hon fekk eisini svar frá venesuelska uttanríkisráðharranum.
? Vit vita, at "Uncle Sam" vil hava eftirlit við demokratiinum, men felagsskapur okkara eigur at styrkja demokratiið heldur enn at leggja seg út í innanhýsis viðurskifti í teimum einstøku londunum, segði Alf Rodriguez.
Amerikanska uppskotið kemur, júst sum alt fleiri lond í Latínamerika hava fingið sosialistiskar og sosialdemokratiskar leiðslur. Men sambært Condoleezza Rice er tað eingin trupulleiki fyri amerikonsku stjórnina.
? Hyggið bara eftir Brasil og Lula, forseta. Eg eri hugtikin av tí, sum hann hevur fingið burturúr, og vit hava eisini góð viðurskifti við Brasil, segði hon við tíðindafólk.