Herman Oskarson, politiskur viðmerkjari og búskaparfrøðingur, úttalaði seg undan valinum, at tað hevur lítlan og ongan týdning, hvør verður næsti forsetin. Politikkurin hjá John McCain og Barack Obama líkist, og óansæð hvat, so gongur USA sína egnu leið. Hann ivaðiast ikki í, at uttanríkispolitikkurin hjá Amerika enn fer at nýta hernaðarmegi at fremja egin áhugamál, sum tildømis við Irak-krígginum.
So at siga, allur heimurin hevur við ídni flygt við í stríðnum. Men tá stóri munurin á valevnunum ikki er uttanríkispolitikkurin, hví man heimurin vera áhugaður í amerikanskum innanríkispolitikki?
Rákið í Amerika ávirkar allan heimin, tí um Amerika loyvir ella noktar einhvørjum, kann tað henda seg at aðrar tjóðir fara at fylgja sama leisti.
- Konservativ kristin hava sitið við valdið í USA í so mong ár, at kanska gevur broytingin hinum partinum eina vón. Til dømis tora tey, ið ynskja samkynt parlag, kanska betri at traðka fram nú. Kanska fellir ein tolsemismúrur í Amerika, í so máta, eg veit ikki, sigur Herman Oskarson.
USA flytir seg eisini
Hóast nógv lond nýta Amerika sum fyrimynd, nýtir Amerika eisini, til dømis, Evropa sum fyrimynd á ymsum økjum.
- Búskaparpolitikkurin í Evropa hevur verið ein fyrimynd hjá fleiri konservativum búskaparfrøðingunum. Nú kann væntast at USA fer at líkjast Evropa á fleiri slíkum økjum, sigur hann. Fólkið hjá Obama kann fara at hyggja enn meira eftir Evropa, tá avgerðir verða tiknar hetta skeiðið.
Sostatt ivaðist hann stórliga í síni útsøgn fyri valið, har hann ikki metti valið fara at hava nakra ávirkan uttanfyri Amerika.
- Tað er sum við Berlinmúrinum á sinni, tað óvæntaða kann henda; man skal ongantíð siga ongantíð.
Fakta:
Á heimasíðuni www.iftheworldcouldvote.com, á føroyskum »Um heimurin kundi atkvøtt« nýttu 868.144 heimsbúgvar úr 213 ymiskum londum, høvið at siga sína hugsan, við at atkvøða fyri øðrum av valevnunum. Her vann Barack Obama eisini, sera stórt 87,3% móti 12,7%. Úr Føroyum komu 150 atkvøður, har heil 93,3% av teimum fullu á Obama.