Amerikanskir hermenn úr Japan

Teir 47.000 amerikonsku hermenninir, sum eru í Japan, hava fleiri ferðir elvt til stríð millum japanskar politikarar, og stríðið hevur verið serliga hart á oynni Okinawa, har meginparturin av teimum amerikonsku hermonnunum eru. Fyri seks árum síðani gjørdu amerikanararnir av at flyta herstøðina til eitt meiri fjarskotið stað á oynni, men tað var ikki nóg mikið til at doyva mótstøðuna.

Nú hava samráðingar aftur verið millum Tokyo og Washington, og partarnir eru vorðnir samdir um, at USA skal taka 9.000 av teimum 47.000 hermonnunum úr Japan. Teir verða fluttir til herstøðir á kyrrahavsoyggjunum Guam og Hawaii og til Avstralia.

Tað kostar knappar 50 milliardir krónur at flyta hermenninar og teirra útgerð, og Japan hevur játtað at rinda ein stóran triðing av kostnaðinum, skrivar AFP.