Amerikanski trygdarráðharrin fingið koronu

Alejandro Mayorkas er koppsettur, og hann hevur veik sjúkueyðkenni.

Tíðindastovan NTB veit í kvøld at siga, at amerikanski ráðharrin í innlandstrygd, Alejandro Mayorkas, hevur fingið staðfest koronu.

 

Tað upplýsir amerikanska trygdarmálaráðið. 

 

NTB skrivar, at Alejandro Mayorkas er koppsettur, og hann hevur veik sjúkueyðkenni.

 

- Hann heldur seg avbyrgdan heima við hús og arbeiðir heimanífrá, upplýsir trygdarmálaráðið. 

 

Í løtuni verður arbeitt við at finna út av hvørji fólk, ráðharrin fyri innanlandstrygd hevur verið í samband við.