Amerikanski sendiharrin Stuart Bernstein skal millum annað eta døgverða í Kirkjubø, tá hann kemur til Føroyar, og er hetta fyrsta vitjanin hjá amerikanska sendiharranum í Føroyum. Bernstein kemur til Føroyar týsdagin, og er tað ein vitjan, har hann verður vístur runt í Føroyum.
Bernstein er ein kendur maður í USA. Hann hevur altíð havt fótin innanfyri tað politiska lívið, men hann hevur ikki sjálvur verið politikari. Stuart Bernstein er nevniliga múgvandi handilsmaður, og hann seldi hús og ognir. Men nú er hann blivin sendiharri hjá USA, og varð tað George W. Bush, ið tilnevndi hann, stutt eftir at fyrrnevndi inntók forsetaembætið í 2001.
Bernstein hevur í longri tíð stuðlað Bush og Republikanarum, og er hann altíð við á gestalistanum hjá George W. Bush, tá forsetin bjóðar inn. Bernstein stuðlaði eisini eldra Bush peningaliga, tá hesin førdi valstríð til forseta.
USA hevur 107 sendistovur kring heimin, men onga í Føroyum.