Mótmælisfólk hava lopið á amerikonsku sendistovuna í jemenska høvuðsstaðnum Sanaa, tí tey eru í øðini um ein film, sum fer illa við Muhammed profeti, og sum ein amerikanari hevur gjørt.
Eygnavitni siga fyri fronsku tíðindastovuni AFP, at trygdarmenn hava skotið eftir mótmælisfólki, sum hava oyðilagt fleiri diplomatbilar og gjørt skaða á sjálvan bygningin, sum sendistovan húsast í.
Teir báðar seinastu dagarnar hava tilsvarandi mótmæli verið í Egyptalandi, Libya, Marokko og Tunesia. Í Libya doyðu fýra amerikanarar, teirra millum sendiharrin, tá mótmælisfólk lupu á konsulátið í Benghazi fyrrakvøldið.