Kreditmetingarfyritøkan Standard & Poor's kunngjørdi í dag, at fyritøkan heldur eyga við AAA-metingini hjá USA, og at metingin verður møguliga lækkað, um politikararnir í Washington ikki semjast um at skarva av tí almenna hallinum. Somu boð komu frá metingarfyritøkuni Moody's í gjár.
Eftir einari samtykt hjá Kongressini kann tann almenna skuldin hjá USA ikki fara upp um knappar 14.300 milliardir dollarar, men stjórnin sigur, at verður markið ikki sett upp, hevur tað almenna ikki pengar at rinda lønir og annað við frá 2. august. Demokratarnir eru til reiðar at finna teir neyðugu pengarnar við sparingum og meiri skatti frá teimum ríku, men republikanararnir vilja bara góðtaka sparingar.
Standard & Poor's sigur, at Kongressin noyðist at kvika sær fyri at sleppa undan, at USA fer í gjaldssteðg.










