YVIRGANGSATSÓKNIN
Rættvísi skal sigra, ikki hevndin, sigur Amnesty International í yvirlýsing eftir ræðuligu yvirgangsatsóknina ímóti USA fyri tveimum vikum síðani. Hetta kundi verið orðini hjá amerikanaranum og Føroya-vininum, Joel Cole, sum býr í Shakopee, Minnesota.
Amerikanska fólkið er í tvíningum nú. Meðan stórur partur av fólkinum slær manngarð um Bush forseta í tráan hansara eftir at hevna, setur kanska líka stórur partur av fólkinum spurnartekin við endamálið í hevndini sum eftir øllum at døma er áveg.
- Heilt nógv brúka hesa ræðuligu hendingina sum eitt høvi at gerast tjóðskaparlig um ein háls. Tey syngja og rópa rakstrarróp í gøtunum. Tað er gott, at fólk kenna samkenslu, men mátin nógv fólk vísa hana, er fanatisk eftir mínum tykki. Hesi geva samstundis Bush stjórnini grønt ljós at fremja eina hevndaratsókn, vit ikki kunnu ímynda okkum avleiðingarnar av. Og tað er ræðandi at vera vitni til, at øll tjóðin fyrigevur fólki, sum fremja harðskap eftir atsóknina soleiðis uttan víðari.
- So eru tað hini, tey friðarligu og hugsunarsomu, sum eygleiða hvat hendir, men sum als ikki taka undir við tí, sum kanska fer at henda. Tey seta spurnartekin við, um tað er rætt at hevna atsóknina hernaðarliga og um vit veruliga loysa hesa ógvuliga fløktu støðuna við harðskapi. Sjálvsagt skal eitthvørt gerast. Spurningurin er bara hvar, móti hvørjum, í hvussu stóran mun og hvussu leingi. Støðan er ikki so einføld, sum nógv halda hana vera, sigur Joel Cole.
Óbúgvin tjóð
Alheims fjølmiðlar og ikki minst fjølmiðlar í USA brúka framvegis nógva tíð og orku at lýsa yvirgangsatsóknina sum var og hvat síðani fer at henda.
- Vit vóru skelkað og ræðslusligin í fyrsta umfari. Síðani ill og kedd. Eg veit, at nógv eru bangin. Nógv óttast fyri, at yvirgangsatsóknin 11. september bert er tann fyrsta av nógvum. Og í óttanum hugsa tey, at hevnd er ivaleyst einasti vegurin fram. Stjórnin hjá Bush leggur eitt trýst á vanliga fólkið við sínum útsøgnum um hevnd og kríggj, sigur Joel Cole.
Amerikanarar eru vingliskøltar, heldur Joel Cole.
- Vit eru rættiliga óstøðug og skifta meining skjótt og lætt. Samstundis eru vit materialistisk, erpin og krevjandi, og hetta eru alt eginleikar, sum ikki eru góðir. Uttan mun til tað, eru vit vælmeinandi innast inni. Men orsakað av tí fløkta og lemjandi margfeldninum, tú finnur í amerikanska fólkinum, savna vit okkum saman um hesa ræðuligu hending og láta sum um alt er so einfalt. At hetta er stríðið millum tey góðu og óndu. Sum restin av heiminum veit, er hetta als ikki so einfalt.
Joel Cole er sannførdur um, at hevna amerikanarar atsóknina hernaðarliga, er stórur vandi fyri, at aftursvarið verður líka stórt, sum yvirgangsatsóknin í New York og Pentagon.
- Harðskapur fremur harðskap, vita øll, og tað er har vit eru so óbúgvin. Í altjóða høpi eru vit tannáringar. Amerikanarar halda, at vit kunnu fara alla staðni, har vit ætla okkum, og hevna yvirgangskropparnar. Men tað er akkurát tað, sum teir, sum hava framt yvirgangin, ætla. Tí teir vita, at føra amerikanarar kríggj móti teirra heimlandi, verða teir teir lítlu móti teim stóru. Og eg ivist ikki í, at tað eru nógv lond, sum eru fegin um, at hetta stóra landið hevur fingið ein frammaná. Amerikanarar hugsa als ikki um, at vit verða førd inn í nakað, vit ikki hava tamarhaldið á.
- Ístaðin fyri at halda okkum vera eina stóra og rættvísa eind, eiga vit at seta okkum afturá og læra av søguni, at harðskapur hevur ongatíð ført til nakað gott. Sjálvandi skulu vit syrgja tey, sum doyðu. Sjálvandi skulu vit syrgja øll tey, sum ongantíð komu afturíaftur. Sjálvandi skulu vit harmast um alt, sum varð oyðilagt. Sjálvandi skulu vit taka øll fyrilit, soleiðis at hetta ikki hendir aftur. Men hugsið tykkum, hvussu stórt tað hevði ljóðað um vit søgdu teimum, sum hava ábyrgina av tí sum er hent, at vit taka synd í teimum, at vit fyrigeva teimum og at vit takka teimum fyri, at tey hava gjørt okkum sterkari. Tað hevði verið tann mest sigandi boðskapurin, vit kundu send umheiminum. Ikki minst, tí tað hevði tikið luftina úr øllum hatrinum, sum liggur aftanfyri yvirganginum móti USA.
Eingin logikkur
USA er høvuðsfíggindin hjá nógvum londum og fólkabólkum kring knøttin. Sum búgvandi í Vesturheiminum kann tað undra ikki sørt, at so nógv stara seg blind í hatri á hetta stóra heimsveldið, sum umboðar so nógv.
- USA umboðar alt tað, sum kann broytast, og alt sum er nýtt. Her er jú eitt margfeldni av møguleikum. Samstundis er USA ein hóttandi tjóð, tí vit hava størsta herin og mest fjølbroytta búskapin í heiminum, sum hevur ávirkan á rikna politikkin í nógvum minni londum. Fólk, sum hata amerikanarar og USA, eru grundleggjandi fanatisk og ræðast allar broytingar. Her er eingin logikkur, bara kenslur, sigur Joel Cole.
Tænir forsetanum
Undir lógvabrestum tosaði George W. Bush, forseti, til Senatið, Kongressina og amerikanska fólkið hóskvøldið í farnu viku. Hann slóg enn eina ferð fast, at amerikanarar og umheimurin ikki skulu ivast í, at hevndin kemur og at hon verður vend ímóti høvuðsmistonkta Usama Bin Laden.
- Vanligi amerikanarin hevur einki val, men má trúgva tí, sum fjølmiðlarnir siga um sambandið millum atsóknina og Usama Bin Laden. Um stjórnin er aftanfyri herferðina í fjølmiðlunum, er ein annar spurningur. Meginparturin av amerikanska fólkinum trýr av fullum hjarta, at tað er Bin Laden. Eisini í mínum hugaheimi er tað mest sannlíkt, at Usama Bin Laden stendur aftanfyri, sigur Joel Cole.
Joel Cole er ikki í iva um, at fjølmiðlaherferðin, sum hevur verið síðani yvirgangsatsóknina, tænir umdøminum hjá George W. Bush, og at hesin brúkar atsóknina fyri at slóða fyri eini betri politiskari framtíð fyri sær sjálvum.
- Powell, sum er uttanríkisráðharri, sýnist mær at vera ein góður maður, sum betur skilir avleiðingarnar at tí sum kann henda. Lurtar George W. Bush eftir honum, rokni eg ikki við, at vit koma út í eitt kríggj. Men hinvegin heldur Bush fram at polarisera allan heimin fyri ella ímóti USA, veit eg ikki, hvat kann henda. Bill Clinton er ein framúr diplomatur og hevði verið ein nógv betri forseti í eini kreppu sum hesari.
Ásannast má, at røddirnar, sum tosa ímóti hernaðarligari hevnd eftir yvirgangsatsóknina, eru kámar og spjaddar.
- Er vandi fyri einum triðja heimsbardaga, eru vit avgjørt ov friðarlig. Vit, sum eru ímóti eini hernaðarligari hevnd, eru ikki politiskt virkin, og tað ger tað ógvuliga trupult at tosa ímóti, tí sum fjøldin hugsar, sigur Joel Cole at enda í viðtali.