Amerikanari vil keypa Arsenal

Enn ein ríkmaður er á veg inn í ensku Premier League. Hesaferð er tað london-felagið, Arsenal, sum ein amerikumaður ætlar at keypa.

Nógv Premier League feløg eru longu keypt av ríkmonnum seinastu tíðina, og Arsenal tykist vera næsta felagið í røðini. Tað er rímaðurin, Stan Kroenke, ið vil keypa Arsenal. Í forvegin eigur Roenke NHL-felagið, Colorado Avalanche, og NBA-liðið, Denver Nuggets. Roenke er mettur at vera góður fyri yvir 11 milliardir krónur.