Amerikanarar vilja knýta tættari bond til Føroyar

Amerikanski uttanríkisráðharrin spyr, nær føroyingar fara at seta føroyska sendistovu á stovn í USA

– Endamálið er, at næsta ár skulu føroyingar skulu hava eina sendistovu í amerikanska høvuðsstaðnum, Washington.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, eftir fundin í morgun við amerikanska uttanríkisráðharran, Mike Pompeo.

Jenis av Rana sigur, at hann er stak væl nøgdur við fundin við amerikanska uttanríkisráðharran, tí hann sigur, at hetta er fyrstu ferð, at sambandið ímillum Føroyar og USA hevur verið á so høgum stigi.

– Vit hava havt samstarv á embætisfólkastigi, men vit hava leingi ynskt at lyft tað upp á eitt politiskt stig, og tað eydnaðist í morgun, sigur landsstýrismaðurin.

Hann sigur, at fundurin við Pompeo var bæði positivur og vinarligur, og tað var amerikanski uttanríkisráðharrin sjálvur, sum tók reisti málið um eina føroyska sendistovu í USA.

– Hann spurdi nær vit ætla at seta eina føroyska sendistovu á stovn í USA, sigur Jenis av Rana. Hann leggur afturat, at hetta er eitt mál, sum landsstýrið arbeiðir við og endamálið er, hon skal verða veruleiki næsta ár.

– Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at vit hava sendistovu í Kina, og í Russlandi, men at vit onga hava í USA, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum.

– Okkara vilji hevur leingi verið at fáa eitt tættari, og betri skipað samstarv við USA og tí tosaðu vit um, at umboð fyri Føroyar og USA seta seg saman og orða eitt samstarvsskjal ímillum Føroyar og USA.

– Amerikanski sendiharrin segði, at hann vildi fegin hava betri samstarv við Føroyar, so tað er greitt, at báðir partar eru fyri at styrkja samstarvið.

Vit hugsa okkum, at samstarvið skal fevna um annað enn handil. Tískil halda vit, at samstarvið skal eisini fevna umg gransking, ferðavinnu, og mentan, sigur Jenis av Rana.