Tað er eftir øllum at døma ynskið um broytingar, sum er ein høvuðsorsøkin til, at amerikanarar velja Obama fram um McCain. Obama hevur higartil staðið seg best í amerikanska forsetavalinum, og ein týðandi orsøk er tann, at hann stendur fyri broyting í amerikonskum politikki. Hetta svaraðu veljararnar í statinum Ohio, tá teir vórðu spurdir eftir at hava atkvøtt. Teir søgdu eisini, at teir valdu ikki McCain, tí hann orsakað av Bush. CNN metir, at Obama stendur til at fáa 206 valmenn og McCain 89.










