Meiri enn tveir triðingar av teimum amerikonsku veljarunum eru ímóti amerikonsku luttøkuni í Afghanistan-krígnum, og so stór hevur mótstøðan ongantíð verið síðani innrásina.
Í einari nýggjari meiningakanning hjá blaðnum New York Times siga 69 prosent av teimum spurdu, at USA eigur at taka sínar hermenn úr Afghanistan. Fyri fýra mánaðum síðani vóru tað 53 prosent, sum høvdu ta áskoðanina.
Kanningin hjá New York Times vísir eisini, at í teimum báðum politisku flokkunum er stórur meiriluti ímóti krígnum í Afghanistan. 60 prosent av teimum republikonsku veljarunum halda, at tað gongur tann skeiva vegin í Afghanistan, og tað halda 68 prosent av teimum demokratisku veljarunum eisini.
New York Times heldur, at nakrir óhepnir tilburðir í Afghanistan ta seinastu tíðina hava ávirkað amerikanararnar. Eitt nú tilburðurin, tá ein amerikanskur hermaður skjeyt 16 sivilfólk, teirra millum børn og kvinnur.










