Amerikanarar rýma undan Earl

Ein ódn, sum hevur fingið navnið Earl, nærkast amerikonsku eysturstrondini, og eftir áheitan frá myndugleikunum eru fleiri túsund fólk rýmd longri inn í landið. Amerikanski veðurstovnurin sigur, at vindferðin í ódnini er um 220 kilometrar um tíman, og tað eru 20 ár, síðani ein so ring ódn var við amerikonsku eysturstrondina.

Myndugleikarnir hava ávarað fólk á leiðini millum North Carolina fyri sunnan og Massachusetts fyri norðan.

Í nátt var Earl 500 fjórðingar í landssynning úr Cape Hatteras, sum er í North Carolina. Veðurmenninir vænta, at ódnin ber fyrst við land har, áðrenn hon fer norðureftir.