Kjakið í USA um at broyta vápnalógina hevur gjørt, at sølan í teimum amerikonsku vápnahandlunum er vaksin nógv. Tað sigur sjónvarpið Fox News.
Sagt verður, at fólk í tíggjutúsundatali hava verið í handlunum og keypt sær eina AR-15 Bushmaster-byrsu. Tað var hetta slagið, sum Adam Lanza brúkti, og sum tosað verður um at banna. Umframt sjálva byrsuna hava fólk keypt nógvar patrónir.
Í statinum Colorado hava myndugleikarnir boðað frá, at meðan tað fyrr tók einar tveir minuttir at avgreiða eitt vápnaloyvi, tekur tað nú upp í 12 tímar. Leygardagin - dagin eftir hendingina í Newtown, fingu myndugleikarnir í Colorado 4.200 umsóknir frá fólki um loyvi at keypa vápn, og so nógvar umsóknir hava teir ikki fingið ein dag fyrr.
Fox News hevur eisini spurt myndugleikarnar í statunum Ohio og Kalifornia, og tíðindini eru tey somu haðani, sigur sjónvarpsstøðin.