Amerikanarar halda fast um deyðarevsing

Meiningakanningar vísa, at 70 prosent av amerikanska fólkinum halda tað vera rætt at nýta deyðarevsing.

Tær tómu deyðagongirnar í fongslunum í statinum Illinois hava elvt til lívligt orðaskifti í USA um deyðarevsing, men tað er einki, sum bendir á, at fleiri guvernørar fara at gera sum júst fráfarni guvernørurin í Illinois, George Ryan. Tað er eisini ymiskt, hvat fólk halda um avgerð hansara at broyta 157 deyðadómar til lívlangt fongsul. Summi halda, at tað var skeivt, meðan onnur halda, at guvernørurin var sera djarvur.
Bert ein guvernørur hevur sagt seg taka undir við avgerðini hjá George Ryan. Tann demokratiski guvernørurin í statinum Maryland, Paris Glendenning, sum eisini fór frá mánadagin, segði, at George Ryan hevði tikið eina rætta avgerð. Nýggi guvernørurin í maryland, republikanarin Robert Ehrlich, hevur tvørturímóti boðað frá, at hann fer at seta lógina um deyðarevsing aftur í gildi í statinum.
Eygleiðarar í Washington vænta ikki, at George W. Bush, forseti fer at broyta hugsan um deyðarevsingina. Talsmenn hjá Hvítu Húsunum siga, at forsetin tekur undir við at varðveita deyðarevsingina, tí eftir hansara tykki ræðir hon fólk frá at fremja álvarssom brotsverk.
Tey seks árini Bush var guvernørur í Texas, nýtti hann ongantíð heimildina at broyta ein deyðadóm.
Í fjør vórðu 71 deyðadómar fullførdir í USA, harav næstan helmingurin í Texas. 3.700 fangar sita og bíða eftir at verða avrættaðir, og so stórt hevur talið ongantíð verið fyrr. Eygleiðarar vænta, at fleiri av hesum kunnu vænta, at teirra revsing verður fullførd. Sambært einari meiningakanning taka 70 prosent av teimum spurdu amerikanarunum undir við deyðarevsingini, og tí er tað lítið hugsandi, at politikararnir fara at taka hana av.
Hinvegin vísir tann sama meiningakanningin, at 40 prosent av teimum spurdu siga seg vera sannførd um, at lógin um deyðarevsing verður nýtt á ein órættvísan hátt. Tað hevur víst seg, at drápsmenn eru í størri vanda fyri at fáa deyðadóm, eru offur teirra hvít.