Amerikanski tjóðarbankin fer helst at lækka rentuna í fyrsta ársfjórðingini komandi ár. Handilsbankin metir, at veiki amerikanski arbeiðsmarknaðurin fer at hava við sær, at rentan verður lækkað. Eisini hóast seinasta frágreiðingin um arbeiðsmarknaðin var óvæntað positiv. Enn er eingin almenn útmelding tó komin frá Tjóðarbankanum, og tí er óvist, hvørt hetta fer at ávirka europisku rentuna.