FYRI OG EFTIR
11. SEPTEMBER
Álopið hin 11. september hevur havt og hevur framvegis stóra ávirkan á gerandisdagin hjá øllum amerikumonnum, og tíðarrokningin eitur nú »before and after September 11«. Fólk eru framvegis ótrygg og bangin, tí eingin veit at siga, um fleiri álop eru í væntu. At kalla alt handilslív steðgaði upp alt fyri eitt, og handilsmenn kring landið siga frá, at sølan er minkað nógv, í summum førum niður í eina helvt. Serliga innan ferðaídnaðin stendur illa til, men sama mynstrið ger seg galdandi á øllum økjum.
Eisini her í Los Angeles merkist týðiliga, at fólk ikki nýta nógvan pening fyri tíðina. Fert tú til dømis inn á gólvið í The Beverly Center, ið er ein risastór handilsmiðstøð í Beverly Hills, er ikki nógv fólk at síggja. Vanliga er har annars sum á ólavsøku hvønn dag, gerandis sum heilagt. Eisini á nógvu matstovunum í býnum er friðarligt. Á teimum best umtóktu matstovunum var vanligt at skula bíleggja borð, men nú er ovmikið av plássi fyri teimum fáu, sum leita sær út í býin at eta.
Vanligt hevur verið, at tá eitt land er farið í kríggj, ella tá roknað verður við kríggi, eru fólk biðin um at spara, soleiðis at øll orka kann fara til herin. Øðrvísi er hesa ferð. George W. Bush, forseti, heitir staðiliga á fólkið um at nýta pening, soleiðis at samfelagið ikki skal steðga fullkomiliga upp. Fólk hava tó ilt við at gera, sum forsetin vil, og lata heldur peningin verða standandi í bankanum. Ilt er at siga, hví amerikanarar brádliga hava mist íborna hugin at »shoppa«. Summi halda orsøkina vera ta stóru óvissuna um, hvat framtíðin hevur at bjóða. Tá fólk ikki vita, hvussu endin verður á hesum krígnum, og hvat annars fer at henda, tora tey ikki at nýta pening, men royna heldur at goyma tað, tey eiga. Onnur halda - og vóna kanska - at amerikanarar hava fingið ein slíkan skelk, at teir knappliga varnast, at tilveran hevur annað at bjóða enn tað, sum keypast kann fyri dollarar.
Stars and Stripes fingið come-back
Framleiðarar av amerikonskum fløggum hava tó jóladagar, tí hesi ganga sum heitt breyð. Í allari neyðini eru fólk vorðin sera tjóðskaparsinnað, og vanligt er at síggja bilar við bæði tveimum og trimum fløggum blaktrandi. Almennir bygningar eins og privat hús hava verið flaggskrýdd síðani 11. september, ta fyrstu vikuna á hálvari stong, men síðani á fullari. Flestu sjónvarpsvertir hava eisini Stars and Stripes sum bringuprýði, tá teir eru á skíggjanum.
Sambært minnisblaðnum, sum Newsweek gav út eftir vanlukkudagin, eru bíleggingar eftir fløggum tíggjufaldagar síðani 11. september. Á flaggverksmiðjuni Annin í Ohio, starvaðust 10 fólk á avskipingardeildini mánadagin 10. september. Nú eru tey fleiri enn 100, og hóast hetta er bíðitíðin eftir fløggum 8 vikur.
Ikki øll fløggini verða nýtt til at pynta hús, almennar bygningar og bilar. David Titus, avskipingarleiðari á verksmiðjuni Valley Forge Flag í Pennsylvania, sigur við Newsweek, at nú ein dagin sendi hann 500 fløgg til New York. Tey skuldu nýtast til at klæða líkkistur.
Fíggjarligur stuðul
til avvarðandi
Tryggingarfeløgini, sum veita lívstryggingar, hava avgjørt at lætta um krøvini, tá talan er um at gjalda út lívstryggingar til avvarðandi hjá teimum, sum lótu lív 11. september. Undir umstøðum sum hesum er vónleyst at fáa greiði á, um og hvussu fólk eru deyð, og tí eru krøvini til próvbyrðuna ikki eins stór og vanligt. Men ikki øll tey, sum lótu lív, høvdu teknað lívstrygging. Nógvar familjur hava mist teirra einasta forsyrgjara, og standa nú á berum. Stjórnin ætlar tó ikki at sleppa teimum uppá fjall, men hevur gjørt av at geva familjum, sum hava mist sín forsyrgjara 150.000 USD ella umleið 1 millión krónur í endurgjaldi. Harumframt hava bankar og aðrir lángevarar fryst niður húsalán og aðra skuld í nakrar mánaðir.
Privatar innsavningar
Eitt, sum amerikumenn eru kendir fyri, eru teirra evni og hugur at skipa fyri »charities« av ymiskum slag. Og eftir 11. september hava nógv charity-tiltøk verið hildin. Beint eftir vanlukkuna skipaði ein bólkur av sokallaðum »celebrities«, sum eru kend fólk innan tónleika- og filmsheimin, fyri stórfingnari innsavning. Talan var um eina konsert, sum varð hildin samstundis í Los Angeles, New York og London, og sum varð send beinleiðis í sjónvarpinum. Konsertin varð sýnd á øllum teimum stóru sjónvarpsstøðunum, sum góvu henni ókeypis senditíð. Hetta tiltak megnaði at savna inn 150 mió. USD ella meira enn eina milliard krónur, og peningurin fór óskerdur til avvarðandi hjá teimum, sum vórðu rakt av vanlukkuni.
America Strikes Back
Amerikanska stjórnin gjørdi, sum kunnugt, av at svara yvirgangsálopunum aftur, og byrjaði sunnudagin hin 7. oktober at bumba støð í Afghanistan, har hildið verður, at Osama bin Laden heldur til. Hendan avgerð um at fara í kríggj hevur fingið breiða undirtøku millum amerikanska fólkið. Tað vísir seg, at meira enn 80 % av fólkinum tekur undir við henni. Hóast hetta savnast fólk dagliga at mótmæla krígnum, tí nógv eru tey, sum ivast í, um krígsførsla er rætti mátin at svara yvirgangskroppum sum bin Laden aftur. Bin Laden varð herfyri spurdur um amerikanska mótálopið, og varð í amerikonskum útvarpi endurgivin fyri at hava sagt, at tað var spell, at nógv óskyldug fólk skuldu doyggja, men honum gjørdi tað einki. Hann bað amerikanarar endiliga koma eftir sær, »because I am ready to die!«